Fimleikafagnaður

Fimleikafagnaðurin 2021 avlýstur

15. jan. 2022 | Fimleikafagnaður

Føroya Fimleikasamband má tíverri boða frá, at fimleikafagnaðurin, sum upprunaliga skuldi vera í oktober 2021, og síðani bleiv útsettur til februar 2022, er endaliga avlýstur. Orsøkin er koronastøðan í Føroyum, og tey tilmæli sum eru galdandi.

Sostatt metir Føroya Fimleikasamband, at skilabest er at avlýsa fimleikafagnaðin hesaferð, og næsti fimleikafagnaður verður tí á heysti 2023.

Kunning um endurrindan av atgongurmerkjum verður send umvegis Norðurlandahúsið.

Við fimleikakvøðu

Føroya Fimleikasamband

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.