Amboðsfimleikur

FM í amboðsfimleiki í FIMI

20. mai. 2022 | Amboðsfimleikur

Í morgin, leygardagin 21. mai, verður FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn.
Kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.

66 íðkarar eru meldaðir til FM, 35 á mannfólkasíðuni og 31 á kvinnusíðuni. Iðkararnir eru frá Havnar fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog.

Skráin leygardagin:

Kl. 10.00 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.

Kl. 14.00 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.

Kappast verður í øllum amboðunum. Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi. Á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.

Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma áðrenn kappingin byrjar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.