Nú er fyrsti dagur av Inter Island Games farin aftur um, og vit eru sera errin um framúr góðu úrslitini hjá okkara íðkarum!
Úrslitini hjá okkara íðkarum eru hesi:
Til liðkappingina vunnu menninir gull, og kvinnurnar silvur.
Í kappingini hjá juniorum
Marin Danielsen vann gull í forskotin barr og gólv, og bronsu í lop. Harumframt vann hon sannførandi all-round kappingina hjá juniorunum.
Í kappingini hjá kvinnum
Anna Sofía Bjarnastein vann gull í gólv (deilt fyrsta pláss við Astrid).
Astrid Nanley Breckmann vann gull í gólv (deilt fyrsta pláss við Onnu Sofíu), og silvur í lop.
Í kappingini hjá monnum
Aron D. Jacobsen vann gull í gólv, beinsveiggj (deilt fyrsta pláss við Rókur Vestergaard), ringum og paralell barr, og silvur í lop og rekk.
Hjálmar Dalsgarð vann silvur í gólv, og bronsu í ringum og rekk.
Rókur Vestergaard vann gull í lop og beinsveiggj (deilt fyrsta pláss við Aron D. Jacobsen).
Bjarki Johannessen vann bronsu í beinsveiggj.
Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í lop.
Vit eru sera spent til fríggjadagin og leygardagin, tá tey fara at kappast aftur.