26. og 27. november verður North European Championship í Halmstad í Svørríki. Liðkapping og All Round vera fyrra dagin, og síðani verða finalurnar í teimum ymisku amboðunum seinna dagin.
Á mannfólka síðuni eru hesir úttiknir til NEC:
Aron Jackobsen (HF), Hjálmar Dalsgaard (HF), Bjarki Johannesen (HF), Torleivur Christiansen (HF), Bjarki í Jákupstovu (Støkk) og Rókur Vestergaard (HF).
Kvinnurnar, sum blivu úttiknar til NEC, vóru tíverri ikki tøkar.