Tíðindi

Ársaðalfundur

7. mai. 2024 | Tíðindi

Vísandi til grein 7 í viðtøkunum hjá fimleikasambandinum verður við hesum boðað til aðalfundar í Føroya Fimleikasambandi, týsdagin 4. juni 2023, klokkan 19.00 í fundarhølinum í Bylgjuni í Runavík.

Fundarskráin:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Formaður leggur ársfrágreiðing fram
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum     
  5. Val av grannskoðara                                                          
  6. Innkomin mál
  7. Ymiskt

Uppskot til lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Innkomin uppskot og dagførd dagsskrá verða send út til feløgini 8 dagar áðrenn aðalfundin.

Uppskot kunnu sendast starvsnevndini á fimleikur@fimleikur.fo

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.