Uncategorized

FM í estetiskum fimleiki 2024

7. mai. 2024 | Uncategorized

Um vikuskifti skulu føroyameistararnir í estetiskum fimleiki finnast, og sum altíð verður kappast bæði leygardag og sunnudag.

Undir littum ljósum og í pyntaðari høll fara 20 lið á gólvið í høllini á Hálsi leygardagin. 20 lið í fimm aldursbólkum úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagnum Støkk kappast innleiðandi leygardagin kl 13.

Somu lið fáa aftur møguleikan dagin eftir kl 14, tá finalan verður og FM vinnararnir vera funnir og medaljur og steyp vera handað.

Atgongumerki fáast við dyrnar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.