Amboðsfimleikur

Espen Jansen í Føroyum

29. jun. 2024 | Amboðsfimleikur

Í gjár, fríggjadagin 28. juni, høvdu bestu mennirnir hjá okkum æruna av at hava eina venjing saman við kenda norka fimleikaranum, Espen Jansen.

Henda venjing kom í lag, tí Espen skuldi til Føroyar at heilsa uppá føroysk fimleika vinfólk, sum hann hevur fingið gjøgnum okkara norðurlendska samstarv og kappingar, og hann var tá skjótur at bjóða seg fram at hava eina venjing saman við okkara fimleikarum.

Hjá Føroya Fimleikasambandi er hann eisini kendur, tí vit hava brúkt hann sum altjóða dómari fyri Føroyar, tá vit ikki hava haft fulla dómaramanning tøka til altjóða kapping, millum annað seinast, tá ið vit vóru til NM í Oslo.

Espen Jansen hevur vunni 96 gullmedlajur til NM og 14 VM og EM, og so hevur hann eisini fimm ferðir verið verðinsmeistari til VM í veteran fimleiki. So hóast hann er mitt í 50’unum, er hann sera væl fyri 🙂

Okkara fimleikarar vóru væl nøgdir við venjingina, og baði fimleikarar og venjarar fingu nógva inspiratión til komandi venjingar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.