Vísandi til grein 7 í viðtøkunum fyri Fimleikasambandið verður við hesum boðað til aðalfundar í Føroya Fimleikasambandi, týsdagin 14. juni 2022, klokkan 19.00 í fundarhølinum í Bylgjuni í Runavík.
Fundarskráin:
Uppskot til lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Um feløgini hava uppskot til sessirnar, sum standa fyri vali, so skulu hesi helst vera starvsnevndini í hendi seinast 10 dagar áðrenn aðalfundin.
Innkomin uppskot og dagførd dagsskrá verða send út til feløgini 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot kunnu sendast starvsnevndini á fimleikur@fimleikur.fo