Aron D. Jacobsen hevur júst vunnið gull í beinsveiggj í kappingini Nordic Championship í Oslo.
Hetta er best úrslitið, sum nakar føroyskur amboðsfimleikari nakrantíð hevur fingið til eina altjóðakapping. Innleiðandi kappingin var í gjár, og tá fekk Aron ein karakter áljóðandi 13.600 stig, og harvið kvalifiseraði hann seg sum nr.1 til finaluna í dag.
Ùrsliti av kappingini varð tað saman sum í gjár, og fekk Aron 13.600 stig, Marcus Pietarinen úr Finlandi bleiv nr. 2 við 13.533 stigum og David Rumbutis úr Svørríki bleiv nr. 3 við somuleiðis 13.533 stigum.
Vit úr Føroyar Fimleikasambandi ynskja Aron hjartaliga tillukku við gull heiðursmerkinum.