Loading Events
Tiltak

Fimleikagalla 2024

Byrjar

15. jun. 2024 kl. 18:00

Endar

15. jun. 2024 kl. 23:59

Stað

Dansifrøi,
Fimleikagalla verður 15. juni 2024 í Dansifrøi.
Í ár eru yvir 200 sum luttaka til Fimleikagalla: fimleikarar, venjarar, dómarar, samskiparar, nevndir, heiðurslimir, borgarstjorar og onnur innboðin.
Skráðin er hendan:
Kl. 18.00 dyrnar lata upp
Kl. 18.00-19.00 vælkomst og myndatøka við Erlu Z
Kl. 19.00-23.00 borðhald
Kl. 23.00-24.00 dansur
Eftir kl. 24.00 er dansur fyri eldru gestirnar.
Á skrá eru 9 ársins virðislønir. Tær eru hesar:
  • Ársins estetiski venjari/venjaratoymi
  • Ársins amboðsvenjari/venjaratoymi x2
  • Ársins drakt
  • Ársins føroyski koreografur
  • Ársins estetiska lið
  • Ársins kvinnuligi amboðsíðkari
  • Ársins mannligi amboðsíðkari
  • Ársins heiður
Elsa Maria M. Olsen leiður borðhaldið við undirspæli frá Pæturi á Borg, og nógvum góðum framførslum.
Borðreitt verður við leskiligum mati, frá Ruben Busk.
Vit gleða okkum at fagna fimleikin saman við tykkum!
Føroya Fimleikasamband
& ársins fyriskipari Havnar Fimleikafelag
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.