Fimleikafagnaður

Fimleikafagnaðurin útsettur til 12.-13. februar 2022

25. okt. 2021 | Fimleikafagnaður
Fimleikafagnaðurin 2021 skuldi eftir ætlan vera í Norðurlandahúsinum 30.-31. oktober 2021.

Vegna núverandi koronastøðu er fagnaðurin útsettur til 12.-13. februar 2022.

Allar tríggjar sýningarnar eru útseldar, tískil verða keyptu atgongumerkini á www.nlh.fo dagførd til feb. 2022.

Um ein ynskir at fáa peningin endurrindaðan, kann ein seta seg í samband við Norðurlandahúsið við at senda ein teldupost til nlh@nlh.fo og upplýsa sýning og navnið á tí sum hevur keypt atgongumerki.

Sýningar:
Leygardagin 12. februar kl.15.00
Sunnudagin 13. februar kl.13.00
Sunnudagin 13. februar kl.17.00

Luttakandi feløgini eru Fimleikafelagið Flog, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Fimleikafelagið Ljósið.

Við fimleikakvøðu
Føroya Fimleikasamband

Fimleikafagnaðurin á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.