Amboðsfimleikur

Landsliðið til NM

1. jul. 2022 | Amboðsfimleikur

Í dag er okkara landslið í amboðsfimleiki farið til Íslands at umboða Føroyar til NM (Nordisk Mesterskab) í Kópavági. Kappast verður 2. og 3. juli, og møguleiki er at síggja úrslitini beinleiðis á hesum leinki: Live Score – Sport Event Systems Leinki til live stroyming finnast her: NM 2022 – fimleikasamband.is

Í føroyska hópinum eru 13 fimleikarar, 6 menn og 7 kvinnur. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari og Marjun Jacobsen hjálparvenjari. Londini sum eru til hesa kappingina eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finland og so Føroyar.

Fimleikasambandið er sera spent til hesa kapping, tí gongdin í føroyskum fimleiki hevur verið góð. Tað eru bert nakrar fáar vikur síðan, at vit sóu fleiri av okkara fremstu fimleikarum kappast í Danmark við sera góðum úrslitinum.

Fimleikasambandið ynskir øllum bestu eydnu til kappingina.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.