Amboðsfimleikur

Landsliðshópurin í amboð til Oyggjaleikirnar á Orkney

26. mar. 2025 | Amboðsfimleikur

Seinastu tíðina hevur Fimleikasambandið ment eina nýggja úttøkuskipan í samband við úttøku til landsliðið í amboð fimleiki, sum eisini er grundarlagið undir úttøkuni av oyggjaleikahópinum. Skipanin byggir á trý høvuðsøki:

  1. Undanfarnar kappingar: Úrslit frá undanfarnum kappingum telja ein triðing av samlaðu úttøkuni.
  2. Innanhýsis kapping: Ein innahýsis kapping, sum umfatar bæði FIG seriur og bundnu seriurnar til oyggjaleikirnar, har úrslitini frá kappingini samanlagt telja ein triðing av samlaðu úttøkuni.
  3. Landsliðsvenjingar: Hvussu íðkararnir hava ment seg, hvussu teirra arbeiðsháttur og eldhugi er í samband við landsliðsvenjingarnar, ið Fimleikasambandið skipar fyri, telur seinasta triðingin av samlaðu úttøkuni.

Við hesi nýggju skipan hevur Fimleikasambandið tryggjað, at úttøkan er bæði rættvís og grundað á fleiri ymiskar faktorar, sum geva eina heildarmynd av førleikunum hjá íðkarunum. Spenningurin hevur verið stórur, og øll hava gjørt eitt stórt arbeiði.

Tey, sum blivu útvald at umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar á Orkney seinni í ár, eru:

Kvinnur:

Menn:

Vit eru sera spent, og ynskja øllum íðkarunum góða eydnu á Oyggjaleikunum á Orkney!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.