Í morgun setti okkara landsliðið kósina móti Dublin, har Northern Europeans kappingin verður í vikuskiftinum. Hetta er tann sverasta kappingin, ið vit luttaka í árliga, so vit eru sera spent! Kappast verður móti Danmark, Englandi, Finlandi, Íslandi, Isle of Man, Norður Írlandi, Norra, Skotlandi, Svørríki, Wales og Írlandi.
Tey ið kappast eru:
Torleivur Christiansen, Sarita Gaardlykke, Hjalmar A Dalsgard, Bjarki í Jakupsstovu, Hjørdis Petursdóttir, Bjarki Johannessen, Ari Poulsen og Rokur Vestergaard
Kappingin verður stroymd live, og atgongd kanna keypast her: Gymnastic Ireland Play (staylive.io)
Og skráðin er her: Gymnastic Ireland Play (staylive.io)
Vit eru sera spent, og ynskja okkara røsku fimleikarum bestu eydnu við kappingini.